|
Wednesday, 01 December 2010 02:58 |
|
Djóraverndarfelagið tók 4 fittar kettlingar upp, ið onkur hevur sett út í Havnardali. Hesin atburður, hetta at kettlingar verða settir út uttan vátt ella turt til egna ræðulagnu, er langt undir lámarkt fyri djóraviðgerð. Kettlingarnir eru í varðveitslu hjá Djóraverndarfelagnum. Vit meta teir vera áleið 6 vikur gamlar, og teir vera... klárir at lata í nýtt heim miðskeiðis í julimánaða.
|
|
Friday, 03 December 2010 18:30 |
|
ÁVARING! Sera skakandi myndi: Djórapínsla í Suðuroy Nú vit øll gleðast um, at fittu smálombini eru byrjað at koma til verðina, vilja vit í Djóraverndarfelagnum eisini vísa á myrkastu síðuna av hesi gleðistíð. Djóraverndarfelagið visir við hesum tíðindaskrivi á djórapínslu í Suðuroy. Djóraverndarfelagið fekk fyrstu fráboðanina um málið týsdagin 20. apríl. Fólk høvdu sæð, at eitt smálamb gekk og manglaði ein part av øðrum forbeininum, sum eisini sæst á myndunum. Lambið gekk úti saman við mammu síni. Eisini varð sagt fyri Djóraverndarfelagnum, at eigarin var vitandi um lambið, sum hevði verið yvirkoyrt, og at lambið hevði brotið beini. Eigarin hevði síðani tikið og kappað av brotna beininum, og slept lambinum leysum aftur.
Djóraverndarfelagið hevur víst myndirnar fyri djóralækna, og út frá myndunum ber ikki til at siga um beinið er kappað av, men tað sæst, tá ið djóralæknin sær lambið sjálvt. Djóralæknin sigur tó, at undir ongum umstøðum eigur lambi at ganga á tílíkan hátt. Sambært fráboðanarskipanini hjá Djóraverndarfelagnum hevur lambið gingið soleiðis í Suðuroy í 2 dagar. Djóraverndarfelagið harmast um, at lambi hevur gingið so leingi. Djóraverndarfelagið royndi, so skjótt fráboðanin um lambið kom til felagið at fáa fólk í suðuri at finna lambið. Fólk vóru úti og leitaðu – hetta hevur tí ikki eyðnast fyrr enn í dag, tá ið eitt fólk hjá Djóraverndarfelagnum fann lambið. Málið var beinanvegin meldað til løgregluna. Eigarin møtti upp á staðnum og avlívaði lambið. Sambært Djóraverndarlógini er tað ábyrgdin hjá eigaranum at geva sínum kríatúrum ta viðgerð tey hava tørv á. Út frá myndunum sæst heilt greitt, at soleiðis er ikki borið at í hesum føri, og tí er tað brot á Djóraverndarlógina. Er tað hald í uppáhaldinum um, at eigarin sjálvur hevur kappað eitt petti av beininum av, er hettar enn eitt brot á Djóraverndarlógina. Ein tílík skurðviðgerð skal fremjast av djóralækna - tá verður lambið doyvt og penicilin verður givið. Málið er meldað til løgregluna, málið verður avgreitt hjá løgregluni og sent til fútan. Djóraverndarfelagið fylgir málinum víðari |
|
|
Friday, 03 December 2010 18:40 |
|
Grein eftir Áka Bertholdsen -
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
- Sosialurin DJÓRAPÍNSLA: Tað er heilt burturvið at gera djórapínslu til ein samanbrest ímillum føroyska bygdamentan og havnarfólk, sum onki hava skilt av nøkrum, heldur Rúni Nielsen í Djóraverndarfelagnum - Djórapínsla hevur onki við gamla føroyska mentan at gera. Tað hevur heldur onki við tað at gera, at havnarfólk ikki skilja bygdarfólk. Tað staðfestir Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum. Fyri kortum var eitt mál nógv umrøtt, har ein bóndi hevði tikið beinið á einum smálambi, sum var yvirkoyrt. Tá hevði bóndin hug at bagatellisera málið og í sjónvarpinum gjørdi hann tað til ein samanbrest ímillum gamla, føroyska bygdarmentan og fólkini á bonaðu gólvunum í Havn, ið hava mist sambandi við gamla, føroyska mentan. Men hetta er eitt sjónarmið, sum næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum afturvísur upp á tað harðasta. - Tað er í fínasta lagi, at fólk drepa djór til matna. Tí hevur djóraverndarfelagið ongantíð talað at hvørki haruveiði, slakti og grindadrápi, tí tá ið vit búgva í Føroyum, er tað ein partur av lívinum, at dýr verða dripin til matna. - Men øll hava krav upp á eitt virðiligt lív – og ein virðiligan deyða, bæði menniskju og dýr, sigur hann. Sláa upp í glens Hann sigur tí, at ein stór avbjóðing hjá teimum í Djóraverndarfelagnum er at fáa fólk at broyta hugburð til dýr. Hann staðfestir eisini, at tað eru ikki so nógv havnarfólk limur Djóraverndarfelagnum. Og nógv av teimum havnarfólkum, sum eru limir í felagnum, eru nettupp bøndur og onnur, sum eru von við djórahald. - Hinvegin eru flestu av limunum í Djóraverndarfelagnum, bygdarfólk um ein háls, sum eisini eru von við at hava dýr og sum eru von við at drepa djór til matna. - Tað eru nógv, sum tíverri bara sláa djórapínslu upp í glens, og siga, at hatta eru bara havnarfólk, sum bara kunnu fara í køldiskarnar í handlinum eftir kjøti og sum hava mist sambandi við gamla, føroyska mentan. - Í veruleikanum er hetta tað sama sum at siga, at bygdarfólk hava onga virðin fyri djórum og tað góðtaki eg ikki. Rúni Nielsen sigur, at Djóraverndarfelagið er altso ikki bara fyri býarfólk við ektaðum, nýgreiddum rasuhundum. Tvørturímóti er ein grund til at fólk vilja vera limur í Djóraverndarfelagnum, at tey halda, at dýr hava krav upp á virðing, eisini tá ið tey verða dripin, sigur hann. Les eisini greinina: Tey skuldu skamma seg Sosialurin.fo - Hósdagur 8. juli 2010 - kl. 15:0 |
|
Friday, 03 December 2010 18:46 |
|
Grein eftir Áka Bertholdsen,
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
- Sosialurin DJÓRAPÍNSLA: Tey dømi, vit hava sæð um djórapínslu í Føroyum í seinastuni, eru á markinum til tað sadistiska og tað er heilt óskilligt, heldur Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum - Hasi fólkini skuldu skamma seg! Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum, er ikki í iva um, hvat hann skal halda um tey ótespuligu dømini, vit hava sæð í Føroyum í seinastuni um djórapínslu. Mitt í lembing læt ein bóndi í Suðuroy eitt lamb ganga á trimum beinum eftir at tað var yvirkoyrt og hevði meiðslað annað frambeinið so illa, at hann bara skar tað heilt av. Og nú um viskuskiftið hevur onkur verið inni á eina trøð í Porkeri og skorið høvdið av einum lambi. - Djórapínsla av hesum slagnum er á markinum til tað sadistiska, staðfestir næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum. Óskiljandi Hann sigur, at so grov djórapínsla er tíverri ikki nakað eindømi, tó at tað ikki kemur oftani fyri. Tað, sum órógvar hann mest, er, at djórapínsla av hesum slagnum er framd við fríum vilja. - Hetta er djórapínsla, har djór aktivt verða pínd við fríum vilja og tað er óskiljandi, leggur hann afturat. Hann sigur, at vanligastu dømini um djórapínsla er annars óbeinleiðis djórapínsla, ella passiv djórapínsla, har djór eru fyri píning av tí at fólk ikki vita betri ella av tí at tey halda, at soleiðis eigur tað at vera. - Tað hava eisini verið dømi, har djór eru pínd við vilja, men tað plagdi sum oftast vera óvitar, sum ikki hava vitað, hvat teir hava gjørt, tá ið teir hava bundið okkurt í halan á eini kettu ella okkurt líknandi. Men næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum heldur, at haðani frá og so til at skera likamslutir og høvd av djórum er eitt langt lop, tí tey dømini, vit hava sæð í seinastu, eru ráari djórapínsla, enn vit tíbetur eru von við. Les eisini greinina: Høpisleyst at seta havnarfólk upp ímóti bygdarfólki. Sosialurin.fo - Hósdagur 8. juli 2010 - kl. 15:08
Tað er óskiljandi, at fólk fáa seg til at pína djór við fríum vilja, heldur Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum, sum eisini er djóravinur og her situr saman við sínum risastóra Sankta Bernhardshundi, ið ber navni Tuffi
|
|