|
Tuesday, 14 December 2010 10:37 |
|
Djórverndarfelagið vil mæla øllum frá at lata djór í jólagávu.
Nú jólini nærkast, eru nokk nógv, ið hugsa, hvat tey skulu keypa í jólagávu til síni næmastu, og foreldur er mong, ið hugsa um, hvat er besta gávan til børnini.
Áðrenn tann fitti hundahvølpurin, kettlingurin, marsvínið, fiskarnir ella onnur livandi djór verða løgd undir jólatræið, hugsa so um tað at fáa sær djór er ein stór avgerð at taka - krevur við nógum umhugsni. Djór eru fyri lívið, og hava rætt til eitt gott lív við øllum tí tey hava tørv á og krav um - heilt frá ansing, røkt, djóralækna, tíð og heilt til kærleika, ið er mest umráðandi av øllum.
|
|
|
Saturday, 13 November 2010 21:05 |
|
Innflyting av djórum Til innflying av kelidjórinum, eru krøv til slagið av djóri, vaksination og aldur, sí meira á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiliga starvsstovan
|
|
Saturday, 13 November 2010 20:43 |
|
(kelda: www.huff.dk) athundÁðrenn tú fært tær hund
Tú átekur tær eina sera stóra ábyrgd, tá tú fært tær hund. Tí alt lívið hjá hundinum avhongur av, hvussu tú ert ímóti honum. Har afturímóti gevur hundurin eina ørgrynnu av góðum upplivingum, nógva gleði og eitt gott vinarlag í nógv ár. Tí eiga vit at vísa hundinum virðing. Tá tú tekur avgerðir, ið viðvíkja hundinum, mást tú vera umhugsin og skija hundin og hansara tørv. Hevur tú ikki havt hund fyrr, er tað sera týdningarmikið at kunna seg væl um, hvat tað inniber at hava hund. Dagligdagurin hjá teimum, sum fáa sær hund, broytist nógv. Hundurin hevur ikki bert tørv á kærleika og tryggleika, hann hevur eisini tørv á áhugaverdum ítrivi saman við sínum eigara.
Tað er ikki trupult at ímynda sær gleðina, við at hava hund. Nógvar kenslur eru knýttar at tí at hava hund, men fyrst og fremst er tað ein ein lívsstílur. Fyri nógv fólk er tað óhugsandi at liva uttan hund. Men tað er ein stór ábyrgd, ið fylgir við at hava hund. Vit hava ikki bert ábyrgd fyri hundinum, men eisini fyri øðrum rundan um okkum, grannum og samfelagnum sum heild. Hundarnir skulu vera væl vandir og ikki til ampa fyri onnur. Tú verður sera bundin av at hava hund, so um tú ivast í, um hettar verður ein trupulleiki, er tað betri ikki at fáa sær hund.
|
|
|
Saturday, 13 November 2010 20:42 |
|
Djóraverndarfelagið mælir øllum hunda- og kettueigarum at kippmerkja djór síni, umframt at geva teimum hálsreim við navni og telefonnummari.
Kippmerkið er eitt evarska lítið kipp, sum djóralæknin setur undir húðina á djórinum. Kippið er forrita við einum eyðkennisnummari, sum tengir teg saman við djórinum. Djóralæknarnir umsita hendan dátugrunn.
|
|
Saturday, 13 November 2010 20:40 |
|
Sleppur tú at hava kettu í húsi? Er tín bústaður í íbúðarøki ella eigarfelag, kunnu verða serligar reglur um húsdjór. Vanliga er hetta eingin trupuleiki.
Ynskir tú eina tvørættarkettu ella reinættarkettu.
Ynskir tú eina familjukettu, sum hevur frítt at ganga inni sum úti, er ein vanlig tvørættarketta eitt gott val.
huskettaYnskur tú eina reinættarkettu eru nógv ymisk sløg at velja ímillum. Hædd kann takast fyri útsjónd, atburði og røktartyngd. Les um tær ymisku ættarkettunar áðrenn, tak samband við kettufelag og ger tær eina heildarmynd av kettuslagnum áðrenn tú velur.
|
|
|