Blíða
Kyn: løða
Aldur: 8-9 mðr
geld: nei
Lýsing niðanfyri:
- SERLIGT HEIM SØKIST -
Blíða er 8-9 mðr gomul útiløga, ið kom í kettufellu okkara í juli mánaða. Hon físti illani at okkum, men tyktiskt beinanvegin meira bangin enn illfýsin. Blíða fór tí í ansing hjá einum ansingarfólki okkara, og hevur har búð saman við aðrari kettu, hundum og kanin. Tað gekk spakuliga at byrja við - men tað er so stuttligt at síggja hvussu nógv hon hevur tikið seg fram.
Hon búði í stórum búri í byrjanini, men gongur leys allan dagin nú, og goymir seg bert, tá ið hon fer at sova. Hon kann væl kelast, men er nakað meira varin fyri tíðina enn hon hevur verið, av tí at ansingarfólki mátti vaska henni (orsaka av Giardia, sum er viðgjørt). Hon er tó sera glað fyri hina kettuna í húsinum. Blíða hevur eisini roynt seg við heldur langum biltúri til djóralæknan, har hon ikki vísti nøkur tekin uppá at vera áleypandi, bert eitt sindur ótrygg í nýggju støðuni.
Væntast skal, at Blíða fer at krevja nakað av tíð at finna seg til rættis í nýggjum heimi, og at læra seg at stóla uppá nýggj fólk. Vit ivast tó ikki í, at um hon kemur í rætta heimið, har hon fær nógvan kærleika og nógv tol, kemur hon at vera ein deilig húsketta.
Áhugaði kunnu skrivað okkum eini boð og fortelja okkum, hví júst tykkara heim er tað rætta fyri Blíðu
Video um Blíðu og søgu hennara kann síggjast her: https://www.facebook.com/reel/526778513380181