Mannagongd

At lata djór inn til okkum :

Vit taka eitt fast gjald fyri hvørt djórið vit fáa inn. Hetta gjaldið fer m.a. til djóralæknarokningar og annars tilhoyr, ið djórið hevur tørv á, meðan tað er í ansing.

Prísir á djórum :

Hundar : 850kr

Kettur : 550kr

Kanin : 350kr

Gnagara : 250kr (við búri)

Fugl : 250kr (við búri)

Hvør er mannagongdin, tá man adopterar djór frá okkum?

Tá ið djór verður adoptera gjøgnum Djóraverndarfelagið, skal nýggi eigarin útfylla ein yvirtøkusáttmála (sí niðanfyri). Hetta fyri best at tryggja okkum, at djórið kemur í eitt gott verandi heim, og at DVF hevur møguleikan at taka djórið inn aftur, um nýggi eigarin av onkrari orsøk ikki kann hava djórið longur.

Harafturat skal gjaldast eitt adoptiónsgjald, sum fer til at rinda part av útreiðslunum til djóralækna og fóður. Adoptiónsgjaldið sæst fyri hvørt djóraslagið her.

Tá talan er um kettu, bindir nýggi eigarin seg samstundis at gelda kettuna. Á hendan hátt minka vit um talið av óynsktum kettlingum, sum enda inni aftur hjá felagnum ella úti í náttúruni.

Privat Lýsing

Um tú hevur eitt djór, ið tú av ymiskum orsøkum ikki kanst hava longur, ber til at lýsa við tí á okkara Facebook vanga.

Tað gert tú við at senda Djóraverndarfelagnum eini boð á Facebook, har tú skrivar eina lýsing og upplýsir: ​

Slag av djór

Aldur

Kyn

Barnavinaligt/ella ikki

Von við onnur djór

Títt telefonnummar

Viðfest eisini 3-5 myndir.

At lýsa við djórum á Facebook vanganum hjá Djóraverndarfelagnum kostar 100 kr. Peningur skal flytast á konto: 9181 - 171.213.8, viðmerk "Lýsing - títt navn". ​ ​Lýsingin verður løgd út, tá peningur er á konto.

Fráboða misrøkt
Um tú hevur illgruna um, at eitt ella fleiri djór eru undir misrøkt, ber til at boða Djóraverndarfelagnum frá ella at fráboða beinleiðis til løgregluna.
Øll, ið fráboða misrøkt til Djóraverndarfelagið, eru dulnevnd.
Um tað er møguligt, tak so myndir ella film av djórinum, ið er undir misrøkt, og send tað til Djóraverndarfelagið umvegis Messenger ella teldupost.
Djóraverndarfelagið tekur allar fráboðanir í álvara, og fara so skjótt sum til ber at kanna umstøðurnar hjá djórum, har illgruni er um misrøkt.
Um vit meta tað neyðugt, boða vit løgregluni frá, sum so metir um djóralækni skal boðsendast.

Djór í neyð

  • Um tú kemur fram á djór í neyð og ikki veist, hvussu tú kanst hjálpa teimum, eru her nøkur góð ráð.

  • Um tú hóast hetta ikki finnur hjálp til tína støðu, ert tú vælkomin at ringja til Djóraverndarfelagið á tlf: 50 45 33, ella senda okkum eini boð umvegis Facebook síðu okkara her.

Vilstar kettur:

  • Hevur tú illgruna um at ein ketta er burturvilst, kanst tú taka myndir av henni og senda tær til Djóraverndarfelagið umvegis FB síðu okkara. Minst til at upplýsa, hvar í landinum kettan er funnin. Vit leggja síðan eina eftirlýsing út.

Vaksnar villkettur:

  • Um tú kemur fram á vaksnar villkettur, skal kommunan fráboðast. Villkettur eru ábyrgd hjá aktingarmanninum í kommununi.

Kettlingar:

  • Royn ikki at fara ov nær. Kettumamman er ofta ikki langt burturi. Um tú hevur funnið kettlingarnar í tínum hava, garagu ella annað tílikt stað, halt so eyga við um kettumamman kemur aftur. Um kettumamman ikki er komin aftur innan 2 tímar, ring til Djóraverndarfelagið á telefon 50 45 33.
  • Gev ONGANTÍРkettlingum kúgvamjólk og róma. Teirra magi tolir hettar ikki, og teir kunnu gerast sera sjúkir. Um tað er alneyðugt at geva teimum nakað, kann vatn ella tikaramjólk gevast. Tó skal tikaramjólk bert gevast, til tú kanst geva kettlinginum mjólkaerstatning, ið kann keypast hjá djóralækna.
  • Um kettumamman er nærhendis, royn so at taka myndir av henni og kettlingunum, uttan at órógva tey ov nógv. Send síðani myndirnar til Djóraverndarfelagið, og sig hvar í landinum tey eru stødd.

Leysgangandi hundar: 

  • Tak myndir av hundinum og send tær til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook. Skriva eisini hvar í landinum hundurin er funnin.
  • Hevur tú møguleika at taka hann við tær, er hettar sera gott.
  • Um tú ikki hevur møguleika at taka hundin við tær, ber til at ringja til løgregluna. Løgreglan sendir boðini víðari til viðkomandi 	aktingarmann.

Villfuglur:

  • Um tú kemur fram á ein skaddan fugl, kanna, um møguligt, hvar hann er skaddur. Um vongurin er brotin, er best at finna onkran, ið dugur at kippa hann. Ein brotin vongur lekist sjálvdan, og ofta koma fuglarnar ikki á flog aftur. Hevur fuglurin brotið eitt bein ella tílíkt, ber ofta til at bjarga honum. 
    Ring til Djóraverndarfelagið, ella send okkum eini boð umvegis Facebook.
  •  Er fuglurin veikur, men heilur, kann tað ofta vera nokk at taka hann inn eina løtu. Gev honum vatn og breyð, korn ella kjøt, og síðani frið eina løtu. Um hann ikki batnar, ella tú ikki hevur møguleika at taka fuglin inn, ber til at ringja til Djóraverndarfelagið ella senda okkum eini boð umvegis Facebook.
  •  Finnur tú ein unga, ið er dottin úr reiðrinum er best at fáa hann í reiðrið aftur.

Hønur, dunnur, gæs og tílíkt:

  •  Er talan um dunnur, hønur, gæs og tílíkt ið gongur leyst, kanst tú taka eina mynd og senda hana til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook. 	
    Ring til løgregluna og boða frá.

Ross, seyður og neyt

  •  Kemur tú fram á leysgangandi ross, seyð ella neyt, skal løgreglan fráboðast. Teir seta seg í samband við viðkomandi aktingarmann.
  •  Sært tú seyð, ið er fastur í hegni ella øðrum, royn og fá hann leysan. Um seyðurin er komin til skaða, er gott um tú tekur mynd og/ella filmsbrot av honum og sendir hana til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook, og síðan boðar løgregluni frá.