Vegna serliga umstøðir søkur henda fitta tíkin eitt gott og varandi heim.

Chumphy er ektaður seyðahundur (Border Collie), og er áleið 7 ára gomul. Hon er sera fitt og blíð, ordiliga forvitin, og kann vera saman við øllum fólki. Serliga dámar henni væl at spæla við børn.

Chumphy hevur nógva orku og er spælusjúk - dámar væl at kasta bóltar og annað, dámar serliga at vassa í vatni, men sindur varin at svimja, og dugur at ganga í bandi, hóast hon hálar eitt sindur fyrstu minuttirnir.

Henni dámar eisini væl at blíva kela og mungar nakað nógv tá vit eta Hon hevur egið búr her, men dámar betur sofuna um man lovar henni tað.

Vit hava ikki havt nakrir trupulleikar við at møta øðrum hundum, tó kanska onkuntíð um hon møtur einari tík.

Previous
Previous

Miska

Next
Next

Charlie