Ruth varð funnin úti í Gomlu Hoyvíkini saman við hennara fimm kettlingum.

Ruth er tann kerligasta kettan, ið finst. Av tí, at hon er so kelin, eru vit vís í, at hon einaferð hevur verið húsketta og er rýmd heimanifrá ella koyrd út. Tíverri sigur eingin seg eiga hana, og tí skal hon nú í ett nýtt heim. Rut er framlig og heilsar uppá øll, sum koma inn um dyrnar, bæði við mjavum og við at bidda um at blíva kínd. Hon er sera matlig og vil helst fáa vátfóður hvønn dag. Harafturat, elskar hon at vera borin. Ruth dámar tó yvirhøvur ikki sjónina í hundum. Ruth skal helst til eina familju, sum kann geva henni nógv uppmerksemi og sum ikki hevur nakað ímóti hennara prátingarsemi.

Previous
Previous

Findus

Next
Next

Óðin