Bobbi
Kyn: hundur
Aldur: 2,5 ár
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Tá Bobbi kom til okkum at búgva høvdu vit longu ein 8 ára gamlan drong, og ca 6 mðr seinni kom lítlasysturin. Bobbi og Aria (dótturin) hjálpast at við øllum. Hon hjálpur honum út at pissa, geva honum at eta og drekka og hann gav henni baby leikurnar. Nú bæði eru størri, hyggja tey eftir teknifilm ella sangum saman, spæla í havanum osfr.
Vit hava tíverri fingið tey keðiligu boðini, at Aria hevur astma bronkittis, og harvið mugu vit finna eitt nýtt heim til Bobbi.
Bobbi er uppmerksomheitskrevjandi og kerligur. Hann heldur hann er enn pikka lítil og passar at sita á lærinum, men soleiðis er ikki. Hann er ein energibumba, sum er alt ov hugtikin av bilum, fjarstýringum og sjónvarpinum
Hann er ein ektaður Border Collie, ið kann brúkast til seyðahund, um hann verður vandur. Bobbi er ikki fólkaligasti hundur at byrja við. Hann goyr eina litla løtu, og tekur tað eina løtu at verma seg upp til folk, men hann vil vanligt skjott kelast.
Vit ynskja at finna honum eitt varandi heim hjá onkrum, sum hevur tíð til hann og hansara ónullir.
Sigast skal eisini, at Bobbi verður latin ókeypis til tey, ið vit meta mega kunnu geva honum besta varandi heim.
Áhugaði kunnu ringja á 581328.