Mango og Marvin
Kyn: hannar
Aldur: 2 ár
Geldir: nei
Lýsing niðanfyri:
Vit hava bara valt at tann ljósari eitur Mango. Tit mugu bara broyta tað um tit vita at tað er skeivt.
Hetta eru Mango og Marvin, tveir sera fittir marsvínahannar.
Mango (tann ljósari) er smæðin og goymir seg, tá fólk vilja heilsa uppá. Mango er friðarligur, tá man situr við hann og kann finna uppá at “práta” eitt sindur.
Mango sigur frá, tá okkurt er sum hann ikki tímur við at nippa í fingrarnar. Tó bítur hann ikki.
Marvin er meiri framligur og vil gjarna heilsa uppá fólk, tá hann er í búrinum. Marvin er eitt sindur meira lívligir tá man situr við honum og kann práta sera nógv. Marvin sigur frá um okkurt er sum honum dámar ella ikki. Marvin bítur tó heldur ikki.
Mango og Marvin skulu yvirtakast saman!