Hendan diddan eitur Embla, og er ein útiløgukettlingur úr Vági. Hon var mett at vera uml. 7-8 vikur gomul, tá hon varð tikin upp, og hevur verið í ansing nú í fimm vikur. Tá hon fyrst kom í ansing, var hon øgiliga ússalig og nakað stygg. Nú hon hevur fingið heilsuna aftur, er hon klár at finna eitt varandi heim.

Hon er spælisjúk sum flestu kettlingar, og øgiliga kerlig. Hon byrjar at purra so skjótt ein nertur við hana, og kann sjálvt finna uppá at purra í leiki ella tá hon sær aðra kettu verða kínda. Embla er framlig og kann gott finna uppá at fylgja eftir einum og hoppa uppá ein, tá hon spælir. Hon elskar at verða kínd um magan og liggur rólig, tá hon verður kínd. Hon sovnar ofta í ørmunum ella undir liðini á einum.

Previous
Previous

Evita

Next
Next

Fossa