Fossa er ein herlig gella, ið dámar væl at spæla. Hon dugur eisini parkour og trenar hetta hvønn dag, har hon rennur runt og leypur har hon kann

Fossa varð funnin saman við systir síni á Fossá verkinum og harav kemur navnið hjá Fossu. Tær vóru áleið 4-5 vikur, høvdu sera ilt í búkinum og vóru bangnar.

Síðan tær komu í ansing, hava tær fingið neyðugu viðgerð, umsorgan og sosialisering.

Tær eru mentar og hava lært seg, hvussu eitt kettulív sær út, tá man ikki er heimleysur.

Nú eru tær áleið 17 vikur gamlar, og tær eru sjálvandi báðar reinligar

Orsaka av teirru fyrstu tíð, sum útløgukettlingar, so hvøkkast tær lætt og hava tørv á tíð, um tær skulu kenna seg tryggar við fólk.

Fossa og Pjuska eru sera góðar saman og egna seg best í eitt heim við ongum børnum ella størri børnum.

Tær ræðast illa hund.

Previous
Previous

Embla

Next
Next

Findus