Flosi
Flosi, hansara 4 systkin og mamman vóru funnin úti, men hava verið í ansing í nakrar vikur, og hava ment seg væl.
Flosi er ein mammurumpa. Hann gongur mestsum og kínir seg uppí mammu sína, sum eftirhondini er blivin eitt sindur troytt av honum. Hann hermir nógv eftir mammu síni og skríggjar eftir vátfóðri, tá hann hoyrir mammu sína skríggja. Sjálvt um Flosi í fyrstuni tykist eitt sindur smæðin, so er hann tann djarvasti av sínum systkjum. Tað eri nevniliga hann, sum vardi systkinaflokkin frá tí vandamiklu plastikk-slanguni, sum menniskja okkara setti leysa á okkum. Flosi er ordiliga kelin og dámar væl at blíva kíndur um búkin.