Gripur, hansara 4 systkin og mamman vóru funnin úti, men hava verið í ansing í nakrar vikur, og hava ment seg væl.

Gripur er tann smædnasti av sínum systkjum. Honum dámar væl at berjast við hinum kettlingunum og er so smátt byrjaður at spæla við síni menniskju eisini. Gripur er tann, sum sovnar fyrst og vaknar síðst av sínum systkjum, og so dámar honum ordiliga væl at blíva kíndur í svøvn. Hann skal enn hava eitt sindur av tíð at fella ordiligt til hjá fólki.

Previous
Previous

Flosi

Next
Next

Kyrri