Kyn: frensur

Aldur: juni 2024

Geldur: nei

Lýsing niðanfyri:

Lucky var funnin einsamallur úti í juli mánaða, sera veikur og dehydreraður. Hann fekk góða hjálp frá djóralæknanum og kom skjótt fyri seg. Síðan hevur hann verið í ansing hjá DVF, saman við tveimum børnum á 5 og 8 ár og tveimum vaksnum frensum. Hann elskar fólk og vil helst vera uppi í øllum allastaðni og allatíðina. Setur man seg niður, kemur hann rennandi yvir, klintrar upp til andlitið á einum og trýstur høvdið móti einum. Hann tolur illa at man letur hurðarnar aftur fyri honum, og letur hann tá einum vita, at hann var gloymdur eftur innanfyri hurðina :)

Honum dámar eisini sera væl at spæla. Lucky er chipmerktur og skrásettur í Djóraskráseting Føroya, og skal geldast tá hann er nóg stórur til tað.

Previous
Previous

Bob

Next
Next

Mango og Marvin